Trolari fiskaði ólógliga vestanfyri

Trolari fiskaði ólógliga vestanfyri
Í gjárkvøldið tók Vørn hetlendska trolaran, Venture, fyri at fiska ólógliga í stongdum kassa vestanfyri.
Tjaldrið, sum seint í gjár tók hetlendska trolaran fyri at fiska í stongdum kassa, kom á Havnina í nátt.
Mynd: Savnsmynd  
 
13.07.2018 - 11:15

Í gjárkvøldið tók Tjaldrið hetlendska trolaran, Venture, fyri at fiska ólógliga í stongdum kassa vestanfyri. Tað skrivar in.fo.

Við Kringvarpið sigur Ellindur Abrahamsen, skipari á Tjaldrinum, at teir komu fram á trolaran, meðan hann fiskaði. Hann varð tikin 28 fjórðingar úr landi, í høgan vestan úr Mykinesi.

Skiparin fór beinanvegin at draga trolið inn, uttan at Tjaldrið hevði biðið um tað. 

Fólk frá Tjaldrinum fóru umborð og kannaðu málið og kundu staðfesta, at her var ikki alt í lagi. Hetlendski skiparin segði, at hann visti ikki, at kassin var stongdur. 

Sambært Ellinti Abrahamsen hevur kassin verið stongdur í fleiri ár, og tí kann bert sigast, at hetlendingurin hevur fylgt ov illa við.

Venture kom á fiskileið fyrradagin, og hevði tí lítið í lastini. 

Tjaldrið kom inn á Havnina við trolaranum um fýratíðina í nátt. 

Metingarmenn eru í løtuni umborð á trolaranum og meta um virðið á veiðini. 

Skiparin játtar seg sekan. Vaktleiðarin á løgreglustøðini, Heri Andreasen sigur, at málið kann verða avgreitt við bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804