Jarðskjálvti á ferðamannaoyggj kravt lív

Jarðskjálvti á ferðamannaoyggj kravt lív
Ein jarðskjálvti á vælumtóktu, indonesisku ferðafólkaoynni, Lombok, hevur kravt í minsta lagi 12 mannalív. Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
Jarðskjálvtin oyðilegði fleiri hús á oynni.
Mynd: New York Times  
 
29.07.2018 - 15:38

Jarðskjálvtin, sum varð máldur til 6,4 á Richter-stiganum, byrjaði stutt fyri klokkan 7 sunnumorgunin lokala tíð, tá flestu fólkini lóu og svóvu. 

Skjálvtarnir hava oyðilagt fleiri bygningar á oynni, og fleiri fólk eru rýmd úr býnum.

- Fólk savnast á gøtum og bøum fyri at sleppa undan, at lutir frá oyðiløgdum bygningum detta í høvdið á teimum, sigur ein talsmaður hjá tilbúgvingardeildini við Reuters.

Lombok er eitt sera vælumtókt ferðavinnumál har suðri í Indonesia.

Oyggin liggur góðar 100 kilometrar eystanfyri enn meira vælumtóktu ferðamannaoynna, Bali, har skjálvtarnir eisini merktist. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730