Nýggi forsetin velur ráðharrar í næstum

Nýggi forsetin velur ráðharrar í næstum
Nýggi avstraliski forsetisráðharrin Scott Morrison fer at velja sínar ráðharrar í næstu viku, sigur hann við The Sydney Morning Herald
Scott Morrison verður nýggjur forseti í Avstralia
 
24.08.2018 - 10:19

Scott Morrison sigur, at hann fer at tryggja, at konservativu og liberalu virðini flokkinum fara at síggjast aftur í nýggja hópinum.

Vit mugu arbeiða sum eitt toymi og hyggja upp á, hvussu hendan vikan hevur ávirkað flokkin. Vit fara at gera tær broytingar, sum eru neyðugar, men tá tað er neyðugt, halda vit fram eftir sama leisti, sigur nýggi forsetisráðharrin. 

Fyrrverandi avstralski forsetisráðharrin Malcolm Turnbull varð í dag koppaður eftir innanhýsisstríð, og Scott Morrison hevur tikið yvir.

Malcolm Turnbull hevur verið formaður í liberala flokkinum síðani 2015, men vánaligar veljarakanningar hava ført til uppreistur í baklandinum, nú val stendur fyri durðum, og Scott Morrison vann eitt inannhýsis val móti fyrrverandi innlendisráðharranum Peter Dutton, skrivar BBC.

Turnbull sjálvur var ikki millum valevnini í loyniliga valinum, sum ein meirluti av parlamentslimunum í flokkinum kravdu, eftir at nógv rumbul í seinastuni hevur gjørt stjórnina óarbeiðsføra. 

Seinastu 10 árini eru tríggir forsetisráðharrar í Avstralia koppaðir í innanhýsis stríði, og eingin forsetisráðharri hevur klárað at sitið tey 3-4 árini, sum eitt vanligt valskeið er, seinastu nógvu árini, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221