Fingu ein sess afturat

Fingu ein sess afturat
Svøríkisdemokratarnir hava fingið ein sess afturat í svenska Ríkisdegnum.
 
11.09.2018 - 07:19

Svørikidemokratarnir hava fingið ein sess afturat í svenska Ríkisdegnum. Eitt valdømi hevði latið skeivt úrslit inn. 

Fleiri val vóru í Svøríki sunnudagin, og eitt valdømi hevði latið úrslitið til landstingið inn ístaðin fyri til Ríkidagin, sigur SVT.

Tað er Centerpartiet, ið sostatt missur ein sess til Svøríkisdemokratarnir.

Tað merkir, at borgarliga andstøðan missur ein sess, og sostatt hevur tilsaman 142 sessir, meðan sitandi stjórn hevur 144 sessir.

Hvørgin teirra hevur tó nóg mikið av sessum til at skipa stjórn, uttan at samstarva við aðrar flokkar.

Men higartil hava flokkarnir ikki vilja samstarvað við Svøríkisdemokratarnir.

Moderati flokkurin hevur sagt nei takk til innbjóðingina frá Svør+ikisdemokratunum um samstarv.

- Vit hava fingið bræv frá teimum, og vit siga sjálvandi nei takk, sigur fjølmiðlatalsmaðurin hjá Moderata flokkinum við Dagens Nyheter.

Kristiligu Demokratarnir siga eisini nei takk til samstarv við Svøríkisdemokratunum, skrivar Dagens Nyheter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904