Grannauppgerð í hondbólti

Grannauppgerð í hondbólti
Kyndil og H71 møtast í kvøld.
 
25.09.2018 - 09:00

Í kvøld møtast menninir hjá Kyndli og H71 í høllini á Hálsi í Havn.

Kyndil hevur trý stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar.

Teir hava vunnið á Team Klaksvík og spælt javnleik ímóti VÍF.

H71 hevur higartil bara spælt ein dyst, og tá gekk illa.

Hoyvíkingar vóru fyri stórtapi, 22-32, tá teir møttu KÍF í Kollafirði mikudagin.

Dysturin millum Kyndil og H71 í kvøld byrjar klokkan 20.00

Støðan í Okkara-kappingini

1.VÍF 3 dystir 5 stig
2.Neistin 2 dystir 4 stig
3.Kyndil 2 dystir 3 stig
4.Stíf 2 dystir 2 stig
5.KÍF 3 dystir 2 stig
6.H71 1 dyst 0 stig
7.Team Klaksvík 3 dystir 0 stig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325