Vil selja sterkari øl

Vil selja sterkari øl
Magni Laksáfoss vil loyva føroyskum bryggjaríum at selja alla sína egnu framleiðslu uttan avmarkingar og uttan um Rúsuna
 
27.09.2018 - 18:36

Rúsdrekkasøla í Føroyum verður møguliga eitt vet fríari í næstum. Eitt uppskot frá uttanflokkatingmanni Magna Laksáfoss um at loyva føroyskum bryggjaríum at selja alla sína egnu framleiðslu uttan avmarkingar og uttan um Rúsuna, fekk góð orð við á vegnum frá fleiri samgonguflokkum og landsstýrismanninum. 

Bryggjaríir hava sum er loyvi at selja øl, men einki sterkari enn 5.8 prosent. Tað er hetta promillumarkið, sum Magni Laksáfoss vil hava avtikið. 

Poul Michelsen sá heldur, at vanligir matvøruhandlar fingu somu heimild at selja øl og vín, sum bryggjaríini, men tók annars væl ímóti uppskotinum. Sambært Poul Michelsen hava avmarkingarnar á rúsdrekkasølu ikki tálmandi virknað. Hann vísti í tinginum í gjár á, at føroyingar mangan gingu sera fullir eitt nú á ólavsøku, áðrenn tað bar til at keypa rúsdrekka á ólavsøku.

Øll vóru tó ikki eins jalig við tankan um at loyva bryggjaríunum at selja sína egnu vøru uttan avmarkingar. Jenis av Rana vísti á vandarnar við rúsdrekka - bæði viðvíkjandi heilsu og sosialt í sambandi við misbrúk.

Magni Laksáfoss legði dent á, at ætlanin ikki er at lata upp á víðan vegg, men uppskotið snýr seg um at framleiðararnir skulu sleppa at selja alla sína framleiðslu í egnum sølubúðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744