Taptu fyri Finnlandi

Taptu fyri Finnlandi
Hóast Føroyar vóru á odda í hálvleikinum, so var tað Finnland, sum vann landsdystin í hondbólti
 
07.10.2018 - 09:17

Føroyska manslandsliðið í hondbólti tapti í gjár fyri Finnlandi í venjingardysti í Helsinki.

Finnland vann dystin 29-24. Í hálvleikinum vóru Føroyar á odda 11-10.

Toppskjútti fyri Føroyar bleiv Peter Krogh við sjey málum.

Finnland og Føroyar spæla aftur venjingardyst í Finnlandi í dag. Dysturin byrjar klokkan 10.30.

Venjingardystirnir eru liður í fyrireikinginum til EM-undankappingardystirnar ímóti Montenegro og Danmark, sum verða spældir ávikavist 24. og 27. oktober.

Føroyar-Finnland 29-24 (10-11)

Peter Krogh 7 mál
Rói Berg Hansen 5 mál
Jónas G. Djurhuus 3 mál

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100