Svikað fyri 410 milliardir

Svikað fyri 410 milliardir
Umfatandi skattasvik er farið fram í fleiri evropeiskum londum í fleiri ár, tað skrivar danska kringvarpið í morgun.
Svikið er millum annað farið fram í bretska Barclays Bank.
 
18.10.2018 - 09:23

DR og Politiken hava í samstarvi við fleiri onnur miðlafeløg í Evropa funnið fram til, at tilsamans er talan um 410 milliardir krónur, ið ólógliga eru útvegaðar frá landskassunum í Danmark, Týsklandi, Belgia, Fraklandi og Italia.

Millum annað eru tað fíggjarfólk úr fleiri íløgubankum í Evropa, ið hava framt svikið. Harafturat kemur fram í skjølunum, sum miðlarnir hava fingið innlit í, at í fleiri førum hava leiðslur í bankunum eisini vita av svikinum, men hava latið tað farið fram alíkavæl. Talan er um nakrar av heimsins størstu bankum so sum bretska Barclays og amerikanska JP Morgan.

Svikið er farið fram í vinningsbýtisskatti. 

Til dømis hevur Danmark skattaavtalur við fleiri onnur lond, sum innibera, at skattur av vinningsbýti verður afturgoldin, um útlendskir grunnar gera íløgur í donsk partabrøv.

Við at nýta hesa reglu, hava brotsmennirnir stovna grunnar í einum landi, sum Danmark hevur hesa skattaavtalu við.

Á tí degi, har skattur av vinningsbýti skal rindast, hevur tann grunnurin lænt donsk partabrøv frá eigara, ið eisini býr í einum landi, ið hevur somu skattaavtalu við Danmark um afturbering av vinningsbýtisskatti.

Sama dag verða partabrøvini handað aftur frá grunninum til upprunaliga eigaran, og á tann hátt kunnu báðir partar biða um at fáa skattin afturrindaðan, hóast bert tann eini hevur rindað hann. Tað kunnu tey gera, tí báðir partar kunnu vísa á, at teir hava havt partabrøvini undir hond tann dag, ið skatturin skuldi rindast.

Hesin hátturin er brúktur í fleiri evropiskum londum, og samanlagt er svikað fyri eini 410 milliardir krónur.

Týskland er harðast rakt, har svikað er fyri 237 milliardir krónur. Franski landskassin hevur mist 127 milliardir og danski landskassin hevur mist 12.7 milliardir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650