Skal almannakunngera Brexit-ráðgeving

Skal almannakunngera Brexit-ráðgeving
Mótstøðuflokkurin, Labour, hóttir við stjórnarkreppu, um Theresa May ikki kunnger løgfrøðiligu ráðgevingina í samband við Brexit
 
03.12.2018 - 11:45

Stjórnarrættarlig kreppa verður í Bretlandi, um ikki Theresa May, forsætisráðharri, almannakunngerð ta løgfrøðiligu ráðgeving, sum hon hevur fingið í sambandi við Brexit avtaluna.

Soleiðis ljóðar ávaringin frá mótstøðuflokkinum Labour.

Forsætisráðharrin fekk drúgva løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við avtalu um Brexit, sum May gjørdi við ES, men sum enn ikki er samtykt í bretska undirhúsinum.

Theresa May sigur, at løgfrøðiliga ráðgevingin, sum er skrivað niður, var í trúnaði og skal ikki almannakunngerast.

Men hesum taka fleiri bretskir tinglimir, eisini úr konservativa flokkinum hjá May, ikki undir við.

Tingfólk ræðast, at tað millum annað stendur í skjølunum, at Bretland verður bundið av ES tollreglum til allar tíðir.

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, vil hava alt tilfarið almannakunngjørt.

Politiskir viðmerkjarar hjá BBC vilja vera við, at hetta kann forkoma sjálvari avtaluni.

Bretski ríkisákærin Geoffrey Cox fer væntandi at geva út eina minni útgávu av løgfrøðiligu ráðgevingini, hóast tinglimir úr øllum flokkum hava biðið um at síggja fullu útgávuna.

Ein avmarkað útgáva virðir ikki avgerðina hjá undirhúsinum síðsta mánaða, um at øll løgfrøðilig ráðgeving til stjórnini skal leggjast fyri tingið.

Verður hetta ikki gjørt fer Labour flokkurin saman við øðrum flokkum undir eina misálitisviðgerð í bretska tinginum.

Hetta setur forsætisráðharran í eina sera trupla støðu. Sigur hon nei, verður hon noydd at skriva út nýval, sigur labour politikarin Barry Gardiner við BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026