Loyvi at landa menningarkvotu í Fuglafirði

Loyvi at landa menningarkvotu í Fuglafirði
Katrin Jóhanna landar okkurt um 1.700 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði. Hevur loyvi frá Fiskimálaráðnum
Katrin Jóhanna hevur verið sín fyrsta fiskitúr undir føroyskum flaggi.
 
05.01.2019 - 12:59

Katrin Jóhanna landar okkurt um 1.700 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.

Svartkjafturin er fiskaður suðuri móti markinum. 

Skipið hevur fingið loyvi at fiska 2.500 tons av svartkjafti.. 

Hetta er menningarkvota, sum reiðaríið, P/f Kinnfelli í Miðvági, hevur fingið.

Felagið hevur skrivligt loyvi frá Fiskimálaráðnum at landa svartkjaftin í Fuglafirði, hóast menningarkvotan í fjør varð latin skipinum og virkinum í Miðvági, sigur Árni K. Dalsgaard, nevndarformaður í Kinnfelli og skipari á Katrinu Jóhonnu. 

Havsbrún er einasta virki í Føroyum, sum tekur móti svartkjafti til íðnað.

Roynist væl

Hetta var fyrsti túrurin hjá Katrinu Jóhonnu, sum er 20 ár og keypt til Miðvágs úr Noregi.

Skipið roynist væl, sigur Árni K. Dalsgaard.

Teir fara út aftur í kvøld.

Manningin er at kalla øll úr Vágum.  

Eitt partafelag, sum eigur skip, og Snarfrost í Miðvági fingu í fjør menningarkvotu, 14.000 tons av uppsjóvarfiski um árið í fýra ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595