Kunnu flyta inn í summar eru boðini til býráðið

Kunnu flyta inn í summar eru boðini til býráðið
Í summar kunnu fimm kommunulæknar flyta í nýggj høli við Kirkjustræti í Hoyvík
Kirkjustræti 2 í Hoyvík verður hølið hjá fimm kommunulæknum.
 
08.01.2019 - 12:15

Í summar kunnu fimm kommunulæknar flyta í nýggj høli við Kirkjustræti í Hoyvík.

Tað hevur Tórshavnar kommuna fingið at vita frá tí, sum eigur nýbygningin við Kirkjustræti.

Eitt smápartafelag hjá Heðini Lamhauge eigur bygningin.

Fimm kommunulæknar skulu vera í bygninginum, tveir í neðra og tríggir í erva.

Tvey kommunalæknastørv eru normerað afturat í Havn og kommunulæknarnir á Frúutrøð og í Berjabrekku skulu flyta haðani.

Kommunan skal rinda 23 mió. kr. netto í leigu í 15 ár, - tað er ein millión og góðar 530.000 um árið. 

Netto, tí tá er leigan fyri hini hølini, sum kommunulæknar fara úr, drigin frá.

Kommunan rindar onga leigu, fyrr enn flutt verður í góðkendu læknahølini.

Leigan við Kirkjustræti er prístalsjavnað, og hon hækkar altíð í minsta lagi eitt prosent um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026