15 fólk handtikin í matchfixing-máli

15 fólk handtikin í matchfixing-máli
Løgreglan í Spania hevur handtikð 15 persónar í einum máli um avtalað spæl, sokallað matchfixing, í tennis
 
11.01.2019 - 10:18

Handtøkurnar vórðu gjørdar í samstarvi millum Europol, sponsku løgregluna og hægsta rætt í Spania. Tað sigur Europol í tíðindaskrivi.

Borgaraverjan í Spania sigur, at 83 fólk eru partur av netverki, teirra millum eru 28 tennisspælarar, og hesi hava avgjørt í minsta lagi 97 dystir í tennis. Soleiðis hava tey forvunnið milliónir av krónum.

Teir 28 eru professionellir tennisspælarar, og ein teirra var við í US-Open kappingini seinast, sigur Europol.

Ólógliga veddingin fyri avtalaðar dystir hevur verið í Challenger og Future-kappingunum, sum eru á næst- og triðhægsta stigi innan tennis-ítróttin. 

Svikið er skipað soleiðis, at kriminell spælinetverk hava mutrað leikarar til at fáa ávís úrslit, og netverkið hevur síðani brúkt fleiri túsund identitetir til at vedda um hesar dystir.

Brotsmannalið í Armenia stýra netverkinum, og aðrir armenar vórðu sendir til dystirnar fyri at tryggja, at mutraði tennisleikarin helt avtaluna um úrslitið.

Og tá tað var staðfest, vórðu boð givin til onnur í bólkinum um at vedda uppá tað úrslitið.

11 húsarannsóknir hava verið í Spania, og hald er m.a. lagt á 167.000 evrur í reiðum peningi, eina byrsu, kredittkort, fimm luksusbilar og nógv skjøl.

Eisini eru 42 bankakontur stongdar, skrivar Europol.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444