Brexit-avtalan hjá May vrakað

Brexit-avtalan hjá May vrakað
Bretska parlamentið vrakaði í kvøld, við stórum meiriluta, Brexit-avtaluna hjá Theresu May, forsætisráðharra.
 
15.01.2019 - 19:45

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, tapti stórt, tá bretska undirhúsið í kvøld vrakaði hennara Brexit-avtalu við 432 atkvøðum ímóti og 202 fyri. 

Sambært heimasíðuni hjá Danmarks Radio, so er hetta størsti smeitur, ein bretsk stjórn hevur fingið í 100 ár.  

Avtalan við ES skuldi annars tryggja, at Bretland kundi fara úr ES undir skipaðum viðurskiftum, men tað hongur nú í leysum lofti. 

Misálit ávegis

Theresa May segði stutt eftir atkvøðugreiðsluna, at undirhúsið hevur talað, og at stjórnin fer at taka úrslitið til eftirtektar. 

Forsætisráðharrin legði afturat, at stjórnin fer at kunna parlamentið um, hvussu leikur nú fer mánadagin. 

Tað verður hildið, at andstøðuleiðarin, Jeremey Corbyn, fer at taka stig til eitt misálit á stjórnina. Hann skýrdi atkvøðuna eina "vanlukku". 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162