Ikki liðugt við Novo Nordisk og diabetismiðstøðina

Ikki liðugt við Novo Nordisk og diabetismiðstøðina
Málið um Novo Nordisk grunnin og eina diabetismiðstøð í Føroyum er ikki avgreitt í Heilsumálaráðnum enn, verri enn so
Diabetispennar, sum sukursjúk brúka.
Mynd: Novo Nordisk  
 
08.03.2019 - 12:44

Málið um Novo Nordisk grunnin og eina diabetismiðstøð í Føroyum er ikki avgreitt í Heilsumálaráðnum enn, verri enn so.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, svaraði í gjár einum skrivligum fyrispurningi, sum Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður, setti beint fyri jól í fjør. 

Men ikki fyrr enn 1. februar í ár varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Sirið Stenberg sigur tað vera týdningarmikið, at allir politisku flokkarnir, eisini andstøðan, eru við í viðgerðini.

Málið hevur við sær nógvar prinsipiellar og etiskar spurningar, sigur hon. 

Brýtur leistin

Málið kann eisini bróta leistin, sum føroyingar higartil hava skipað heilsuverkið eftir.

Sirið Stenberg sigur, at politiska viðgerðin er byrjað.

Málið hevur verið á landsstýrisfundi. Nú verður tað viðgjørt saman við heilsupolitiska fylgibólkinum. Í honum eru fólk úr øllum flokkum í løgtinginum. 

Tá tann viðgerðin er liðug, verður málið aftur lagt fyri landsstýrisfund.

Sirið Stenberg sigur eisini, at ein almennur stovnur kann ikki átaka sær uppgávur ella skyldur, sum verða fíggjaðar uttanífrá, uttan, at játtandi myndugleikin, og hann er løgtingið, veit hetta.

Tí inntøkur og útreiðslur, sum verða fíggjaðar uttan fyri landskassan, skulu í fíggjarlógina og í játtanarroknskapin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632