»Nay«: Støðan meira óviss enn nakrantíð

»Nay«: Støðan meira óviss enn nakrantíð
Parlamentið í Bretlandi skal í dag gera av, um landið skal úr ES uttan avtaluna, Theresa May gjørdi við ES
Bretska undirhúsið vrakaði í gjárkvøldið avtaluna, sum Theresa May, forsætisráðharri, gjørdi við ES, og støðan í Bretlandi er nú meira óviss enn nakrantíð
 
13.03.2019 - 08:10

Bretska undirhúsið vrakaði í gjárkvøldið avtaluna, sum Theresa May, forsætisráðharri, gjørdi við ES, og støðan í Bretlandi er nú meira óviss enn nakrantíð.

242 atkvøður vóru fyri avtaluni og 391 ímóti, so tað verður torført hjá Theresa May, forsætisráðharra, at fáa avtaluna samtykta.

Fer at stríðast fyri avtalu

Theresa May boðaði frá, at hon fer at stríðast fyri at fáa avtaluna samtykta, men hvussu tað skal gerast, veit eingin. Í dag skal Parlamentið gera av, um Bretland skal úr ES, uttan nakra avtalu.

Ger Parlamentið tað, so fer Bretland úr ES 29. mars, uttan nakra avtalu, og handilsavtalan ímillum londini byggir á reglurnar hjá heimshandilsfelagskapinum, WTO.

Heldur Parlamentið ikki, at Bretland skal fara úr ES, uttan eina avtalu, so skal Parlamentið í morgin atkvøða um freistin, at fara úr ES, 29. mars, skal útsetast.

Freistin ikki útsett

Theresa May hevur sagt, at hon er ikki fyri at útseta freistina. Eftir atkvøðugreiðsluna segði Theresa May, at í dag skal Parlamentið atkvøða um bretar skulu fara úr ES uttan eina avtalu.

Hon segði, at hon er fyri at fara úr ES, tí tað gjørdi ein meiriluti av fólkinum av, men hon legði aftrat, at best er, um ein avtala er ímillum partarnar.

Tíðindamaðurin hjá Danmarks Radio í Bretlandi, KIm Bildsøe, sigur seg rokna við, at í atkvøðugreiðsluni í dag, fer Parlamentið at samtykkja, ikki at fara úr ES uttan eina avtalu. Tí er ein møguleiki fyri, at brexit verður útsett til seinast í mai.

Val til ES tingið 23. til 26. mai

Jean-Claude Juncker, formaður í ES tinginum, hevur sagt, at tá mugu bretar vera farnir úr ES, tí teir skulu ikki atkvøða. Eru teir framvegis í ES tá, so má eisini val til Europatingið vera í Bretlandi, sigur ES.

Spurningurin er eisini, hvussu leingi Theresa May heldur til stóra trýstið, men konservativir tinglimir halda ikki, at tíðin er tann rætta at skifta forsætisráðharra.

Andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, mælti eftir atkvøðugreiðsluna til nýval, men hildið verður ikki, at tað verður úrslitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256