Nýggjur løgmálaráðharri í Noregi

Nýggjur løgmálaráðharri í Noregi
Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, hevur tilnevt Jøran Kallmyr úr Framburðsflokkinum, til nýggja løgmálaráðharra
 
29.03.2019 - 17:45

40 ára gamli Kallmyr er løgfrøðingur, og hevur fyrr verið skrivari í ríkisfyrisitingini í Løgmála og tilbúgvingarmálaráðnum.

Neyðugt var við nýggjum løgmálaráðharra, eftir at Tor Mikkel Waras ígjár legði frá sær. Wara legði frá sær eftir at tað kom fram, at norska trygdarløgreglan, PST, hevur illgruna um, at sambúgvi hansara, Laila Anita Bertheussen, hevur í átta førum hótt Wara-familjuna, umframt at hon longu er skuldsett fyri hóttan.

Wara fór í farloyvi 14. mars, tá sambúgvi hansara fyrstu ferð varð skudldsett. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026