Fólkavøksturin í India og Afrika má tálmast

Fólkavøksturin í India og Afrika má tálmast
Fólkavøksturin í India og Afrika økir um veðurlagsbroytingarnar, og danskir granskarar skjóta upp at seta eitt-barns politik í verk
Fólkatalið í India veksur við fullari ferð
Mynd: Aftenposten  
 
20.04.2019 - 13:10

Umhvørvis- og veðurlagsgranskarar vísa nú á fólkavøksturin sum nógv størsta trupuleika fyri veðurlagsbroytingarnar í heiminum.

Fleiri danskir granskarar skjóta upp at steðga fólkavøkstrinum við eitt-barns politikki eitt nú í India og Afria, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Jørgen E. Olesen frá lærda háskúlanum í Århus skýtir upp, at lond sum India og Afrika gera sum Kina gjørdi frá 1979 til 2015, nevniliga at banna sínum íbúgvum at fáa meira enn eitt barn.

Professari: Fólkavøkstur størsti trupulleikin fyri veðurlagið

 - Trupulleikin er, at vit gerast alsamt fleiri, og vit gerast ríkari - tí brúka vit meira og dálka meira, sigur Jørgen E. Olesen við Ritzau.

Hann heldur, at jú færri fólk dálka, jú minni verður trupulleikin. Jørgen E. Olesen hevur í fleiri ár verið limur í nevnd hjá ST, ið viðger avbjóðingarnar við veðurlagsbroytingum

Hann vísir á, at India hevur 1,3 milliardir íbúgvar og fólkatalið í landinum veksur við fullari ferð. Tað sama er galdandi í fleiri londum í Afrika, sigur hann.

Eisini Egil Kaas, professari í veðurlagi við lærda háskúlan í Keypmannahavn, metir, at fólkavøkstur er størsti trupulleikin fyri veðurlagið. Hann heldur somuleiðis, at tørvur er á sokallaðum eitt-barns-politikki í ávísum londum.

Fólkavøkstur merktur av tabu

 - Eg eri púra samdur í, at vit eiga at seta eitt mark. ST má leggja trýst á ávís lond, men tað er ikki lætt, tí átrúnaður ávirkar áskoðanina á fyribyrging og fosturtøku, sigur Egil Kaas við Jylland-Posten.

Jyllands-Posten hevur eisini tosað við Kaj Sand-Jensen, sum er professorari við lærda háskúlan í Keymannahavn. Hann heldur, at fólkavøksturin í heiminum er eitt evnið merkt av tabu, men tað er alneyðugt, at okkurt verður gjørt við trupulleikan.

Fólkatalið í India er fýrafaldað síðani 1947, og tað hevði verið skilagott at bannað fólki í India at fáa meira enn eitt barn, heldur hann, men hann viðurkennir tó, at tað hevði verið eitt álop á fólkið, ið har býr, bæði mentanarliga og átrúnaðarliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533