Løgreglan á flogvøllinum í Bergen vil bera vápn

Løgreglan á flogvøllinum í Bergen vil bera vápn
Umsóknin er send løg- og tilbúgvingarmálaráðnum, ið skal taka støðu til, um løgreglan fær sín vilja
Løgreglan á flogvøllinum í Bergen vil hava loyvi at bera vápn. Ongar beinleiðis hóttanir eru móti flogvøllinum í Bergen, leggur løgreglan dent á
 
09.05.2019 - 07:22

Løgreglan á flogvøllinum í Bergen vil hava loyvi at bera vápn. Umsóknin er send løg- og tilbúgvingarmálaráðnum, sum skal taka støðu til, um løgreglan fær sín vilja.

Orsøkin til umsóknina er samanblanding av hóttanarstiginum og at løgreglan hevur altjóða skyldur í sambandi við trygdina á flogvøllum, skrivar norska løgreglan í tíðindaskrivi. 

Nýggi flogvallarterminalurin á Flesland ber í sær størri frástøður, og um nakað hendir, skal løgreglan kunna svara aftur sum skjótast. Ongar beinleiðis hóttanir eru móti flogvøllinum í Bergen, leggur løgreglan dent á.

– Hetta er fyribyrgjandi tiltak. Ferðandi á Flesland skulu ikki bera ótta fyri trygdini, sigur politimeistarin, Kaare Songstad.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026