Nøkur skip fara til Danmarkar við svartkjaftinum

Nøkur skip fara til Danmarkar við svartkjaftinum
Í løtuni eru níggju føroysk, fýra íslendsk og fýra russisk skip á svartkjaftaleiðini við Føroyar
Nógvur svartkjaftur er at fáa í føroyskum sjógvi
 
23.05.2019 - 12:33

Fiskiskapurin er góður, skipini fáa millum 200 og 700 tons um dagin, upplýsir Vørn. Svartkjafturin er nú í bankarennuni, norðan fyri Føroya banka, á veg norðureftir.

Høgaberg er á veg til Havsbrún í Fuglafirði við 2.000 tonsum. Fagraberg fer til Skagen við 2.900 tonsum.

Landa í Danmark

Føroysku skipini sleppa at landa uttanlands til 14. juni fyri at lætta um í Fuglafirði, har skipini annars landa. Seinastu 14 dagarnar hava trý føroysk skip landað í Danmark.

Finnur Fríði hevur boðað frá, at hann fer til Varðan Pelagic við 900 tonsum av sild, sum eru fiskað í føroyskum sjógvi.

Trý norsk linuskip eru undir Føroyum. Veststeinen boðaði frá í gjárkvøldið, at hann fer úr føroyskum sjógvi í ES-sjógv. Hann hevði tá 340 tons. Tað mesta er longa, 230 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454