Ósemja um toppstørv í ES

Ósemja um toppstørv í ES
Týskland og Frakland eru ósamd um, hvør skal avloysa ES-nevndarformannin
Tvey av valdsríkastu ES-londunum, Frakland og Týskland eru ósamd um, hvør skal manna eitt av toppstørvunum í ES
 
29.05.2019 - 08:02

Tvey av valdsríkastu ES-londunum, Frakland og Týskland eru ósamd um, hvør skal manna eitt av toppstørvunum í ES, skrivar BBC. 

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, vil hava Manfred Weber, ið hoyrir til tann konservativa bólkin í Evropaparlamentinum, at avloysa Jean Claude-Juncker sum formann í Evropanevndini. 

Men franski forsetin, Emmanuel Macron, ikki so mikið sum nevndi Weber sum eitt evni til sessin. Tað kom fram á toppfundi í Bruxelles í gjár, har ES-statsleiðararnir tingaðust um, hvør skal setast í toppstørv í ES. 

Fimm størv eru leys. Umframt formanssessin í Evropanevndini, skal millum annað formanssessurin í evropeiska miðbankanum mannast. Har hevur Mario Draghi sitið higartil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162