Sjóborg umvæld í Noregi

Sjóborg umvæld í Noregi
Fríggjanáttina í síðstu viku bar Sjóborg við oljupallin Statfjord A í Norðsjónum
Sjóborg.
 
11.06.2019 - 11:46

Veitingarskipið Sjóborg fer nú á skipasmiðju á Stavangerleiðini í Noregi.

Fríggjanáttina í síðstu viku bar Sjóborg við oljupallin Statfjord A í Norðsjónum.

Skipið fekk skaða á mastrina og útgerðina á henni og eina buklu í skrokkin har afturi, sigur Jens Meinhard Ramussen, stjóri í Skansanum Offshore, sum eigur Sjóborg.

Ikki er neyðugt at taka skipið upp.

276 fólk vóru á Statfjord A, tá óhappið hendi. Tey eru øll flutt av pallinum. 

Sjóborg arbeiddi fyri Statfjord A og var í ferð við at geva pallinum vatn, tá óhappið hendi.

Styrkin hjá pallinum verður nú kannað, áðrenn fólk fer aftur umborð.

Hvør rindar sín skaða

Sjóborg hevur sáttmála við Equinor, sum fyrr var Statoil, til 2022.

Skipið heldur fram at arbeiða eftir tí sáttmálanum, tá tað er umvælt.

Sambært sáttmálanum rindar Skansi Offshore fyri at umvæla Sjóborg, og Equinor fyri at umvæla oljupallin, sigur Jens Meinhard Ramussen.    

Pallurin fekk nakað av skaða, har bjarginarbátarnir eru. 

Jens Meinhard Ramussen sigur, at allir myndugleikar eru við í kanningini, sum skal gerast fyri at finna orsøkina til óhappið fríggjanáttina.

Eingin umbøn er um sjófrágreiðing. 

Statfjord A er framleiðslupalur, men eingin framleiðsla var, tá óhappið hendi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262