Sølutilgongdin heldur fram

Sølutilgongdin heldur fram
Tað ávirkar ikki tilgongdina at selja Posta, at Posta um dagarnar hevur yvirtikið shippingvirksemið hjá felagnum, North West Chartering
 
20.06.2019 - 12:31

Tað sigur Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, sum fyri Sókn advokatar, stendur fyri at selja almenna partafelagið.

Birita Sandberg Samuelsen, advokatur sigur, at tey hava vitað um keypið hjá Posta í rúma tíð, og tí er tann parturin eisini við, nú fyritøkan verður seld.

Tá eitt felag sum Posta verður selt, er mannagongdin, at tey sum vísa áhuga, fáa eina ávísa kunning um virksemið. Men tey fáa ikki greinað niður í smálutir, hvat virksemið er, tí talan er um handilsvirksemi, sum kapping er í, og sum má verjast.

Mugu vísa á fígging

Tá so feløg ella einstaklingar vísa áhuga fyri at keypa, verða tey fyrst biðin um at prógva, at tey hava fígging til keypið, áðrenn tey fáa meir kunning.

Og øll sum hava áhuga í at keypa, fáa somu kunning, sigur Birita Sandberg Samuslen, advokatur.

Eftir at Posta varð lýst til sølu, stovnaði fyritøkan eisini eina nýggja deild í Keypmannahavn, og eisini tann parturin er við í sølutilgongdini, sigur advokaturin.

Einki boð komið enn

Virksemið hjá North West Chartering er mest innan stórflutning av bulkfarmi og øðrum stórflutningi millum annað innan byggi- og projektvinnu, har felagið er millumlið millum skipaeigarar og kundar, sum hava brúk fyri stórflutningi.

Virksemið hjá NWC er mest í Føroyum, Noregi og Íslandi. Í tíðindaskrivi í gjár segði Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, at keypið av North West Chartering er liður í framhaldandi vakstrarstrategiini hjá Posta.

 >> SÍ EISINI Freistin at bjóða uppá Posta longd

Felagið hóskar væl inn í flutningsvirksemið hjá Posta, og ætlanin er at styrkja støðuna hjá North West Chartering í Norðurhøvum, skrivaði stjórin í tíðindaskrivinum.

Freistin at bjóða uppá Posta er úti týsdagin, men enn er einki boð komið, sigur Birita Sandberg Samuelsen, advokatur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590