U17 landsliðið tapti tepurt fyri Ísrael

U17 landsliðið tapti tepurt fyri Ísrael
Føroyar taptu við tveimum málum fyri Ísrael, men vinna allíkavæl bólkin
Mynd: Harald Bjørgvin  
 
03.07.2019 - 16:48

Føroyska U17 landsliðið tapti fyri løtu síðan sín fyrsta dyst í European Open í Gøteborg.

Ísrael vann 18-16. Hálvleiksstøðan var 10-8 til Føroyar.

Toppskjútti hjá Føroyum bleiv Rói Ellefsen á Skipagøtu við fimm málum.

Undan dystinum var greitt, at tað var ikki stórvegis upp á spæl, tí Føroyar høvdu tryggjað sær fyrsta plássið, meðan Ísrael ikki kundi koma víðari.

Hetta merkti eisini dystin. Eitt nú gjørdi føroyska venjaratoymið nógvar útskiftingar á liðnum. 

Pauli Jacobsen, Pauli Mittún, Hákun West av Teigum og Elias á Skipagøtu, sum hava verið mest eyðsýndu spælararnir hjá Føroyum í kappingini, vóru ikki á vøllinum.

Føroyar endaðu ovast í Bólki C, og fáa tí tvey stig við sær í miðumfarið, har Føroyar skulu spæla ímóti Hvítarusslandi, Slovakia og Spania. Vinnarin av bólkinum fer í finaluna.

Tað er ikki stórvegis tíð til hvíld, tí føroysku spælararnir skulu spæla tveir dystir í morgin.

Føroyar spæla ímóti Ungarn, sum bleiv nummar tvey í bólki D, klokkan 09.30. Og klokkan 14.45 spæla Føroyar ímóti Hvítarusslandi, sum vann bólk D.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482