Banna ferðamannabussum í París

Banna ferðamannabussum í París
Franski høvuðsstaðurin ætlar at seta í verk eitt forboð fyri vaksandi talinum av ferðamannabussum í miðbýnum
Franski høvuðsstaðurin klárar skjótt ikki at taka ímóti fleiri ferðafólkum. Býarstýrið fyrireikar eitt forboð móti ferðamannabussum
 
18.07.2019 - 15:37

Seinastá ár vitjaðu 50 milliónir ferðafólk París og Île-de-France-økið. Vøksturin er tvær milliónir ferðafólk samanborið við fyrraárið, 2017.

Franski høvuðsstaðurin klárar skjótt ikki at taka ímóti fleiri ferðafólkum. Býarstýrið fyrireikar tí nú eitt forboð móti ferðamannabussum, skrivar danska blaðið, Politiken.

Varaborgarstjórin í París heitir nú á ferðafólk um, at brúka meira umhvørvisvinarligar flutningsmøguleikar, eitt nú súkklu, undirgrundarbreyt, býarbussar ella at biðja tey ganga.

Ynskja hugburðsbroyting

– Vit finna okkum ikki í lógloysinum við ferðamannabussunum. Bussar eru ikki longur vælkomnir í miðbýnum hjá okkum; ein hugburðsbroyting má til.

 >> SÍ EISINI Ferðavinnan dálkar umhvørvið í Barcelona

Tað sigur Emmanuel Grégoire, varaborgarastjóri, sambært blaðnum Le Parisien. Hann sigur, forboðið má setast í verk, so støðan ikki verður hin sama, sum í Venedig og Barcelona.

Gera parkeringsøki uttan fyri býin

Fólk í París stúra fyri teimum nógvu ferðamannabussunum, sum dálka og larma illa, og eisini gera tað trupult fyri ferðsluna, sigur varaborgarastjórin sambært franska blaðnum.

Býarstýrið í París ætlar at gera stór parkeringsøki uttan fyri býin, har ætlanin er, at ferðamannabussar skulu parkera, so ferðafólkini kunnu koyra inn í býin við almennu flutningsfeløgunum.

Frakland er eitt av teimum mest vitjaðu londunum í heiminum. Í 2018 vitjaðu 89,4 milliónir ferðafólk landið, tað eru 2,5 milliónir fleiri ferðafólk enn árið fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418