Trump fær pengar til múrin

Trump fær pengar til múrin
Hægstirættur kolldømdi avgerð hjá rættinum í Kalifornia, og gav Trump loyvi at brúka 2,5 mia. dollarar frá verjuni til at byggja múrin
 
27.07.2019 - 10:15

Nú fær Donald Trump loksins nakað av peningi at byggja umstrídda múrin millum USA og Meksiko. Tað hendir, eftir at amerikanski hægstirættur í gjár gav umsitingini loyvi at brúka 2,5 milliardir dollarar, sum annars hoyra til Verjumálaráðið, at fara undir at byggja múrin millum USA og Meksiko.

Hetta var eisini tað Donald Trump, forseti, ætlaði, tá hann lýsti USA í neyðrættarstøðu. Hetta gav honum atgongd til pengar at byggja múrin fyri, sum hann eisini hevði lovað undir valstríðnum, men ein avgerð frá einum lægri rætti í Kalifornia forðaði Donaldi Trump atgongd. 

Kongressin ikki góðkent nýtsluna

Grundgevingin var, at Kongressin ikki hevði góðkent nýtsluna. Men hesa avgerð gjørdi Hægri Rættur til einki í gjár vit atkvøðunum fimm fyri og fýra ímóti.

Avgerðin var grundað á, at teir felagsskapir, sum høvdu lagt sakarmálið, einki grundarlag høvdu fyri sínum krøvum, sum millum annað bygdu á umhvørvisatlit og djóralív.

Á sínum yndispalli, Twitter, skrivaði Trump, at avgerðin hjá Hægsta Rætti var ein sigur trygdina á markinum og rættartrygdini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949