Løgreglumaður dripin í Rom

Løgreglumaður dripin í Rom
Tveir 19 ára gamlir dreingir úr Amerika hava, sambært italska ákæruvaldinum, stungið ein løgreglumann til deyða í Rom
 
28.07.2019 - 11:13

Tveir 19 ára gamlir drengir úr Amerika hava stungið ein løgreglumann til deyða í Rom. Dreingirnir, sum vóru og ferðust í Rom, eru nú varhaldsfongslaðir. Tað skrivar Ritzau. 

Løgreglumaðurin doyði eftir, at hann varð stungin átta ferðir við knívi fríggjamorgunin. 19 ára gomlu dreingirnir úr Amerika vórðu handtiknir fríggjadagin á hotellinum í Rom.

Var í sivilum klæðum

Italskir miðlar boða frá, at dreingirnir hava játtað seg sekan í at hava stungið løgreglumannin til deyða. Men teir siga seg ikki hava vitað, at maðurin var løgreglumaður. 

Tann 35-ára gamli løgreglumaðurin var í sivilum klæðum, tá hann varð dripin.

Italska løgreglan skrivar, at teir báðir dreingirnir úr Amerika, hava játtað seg sekan í, at hava stolið ein tasku frá einum italienara. Eftir tað kravdu teir 100 evrur og eitt gramm av kokaini afturfyri taskuna. 

Søgdu seg vera bangnar

Stuldurin varð meldaður til løgregluna. Ímeðan dreingirnir bíðaðu við taskuni eftir kokaini og 100 evrum, kom løgreglan á staðið. 

Sambært teimum báðum amerikansku dreingjunum hildu teir løgreglumennirnar vera sivilar, tí teir vóru ikki í løgreglubúnum.

Dreingirnir hildu løgreglumennirnar vera vinir hjá italienska manninum, ið skuldi geva teimum kokain og 100 evrur. Teir amerikansku dreingirnir søgdu seg vera bangnar, og tí stungu teir ein løgreglumannin til deyða. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595