Sjey nýggir bilar um dagin

Sjey nýggir bilar um dagin
Bilasølurnar hava selt fleiri bilar higartil í ár enn í fjør. Í miðal keyptu føroyingar sjey nýggjar bilar hvønn yrkadag í juli
Bilasølurnar hava higartil í ár selt fleiri nýggjar bilar higartil í ár enn í fjør
 
02.08.2019 - 08:11

Bilasølurnar hava góðar dagar. Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Akstovuni yvir skrásettar bilar, so hava bilasølurnar selt fleiri bilar higartil í ár, enn í fjør.

Bara í juli keyptu 164 fólk sær nýggjan bil. Tað er nakað minni enn sama mánað í fjør, tá ið 192 føroyskar familjur valdu at skifta bilin út við ein nýggjan.

Men verður hugt eftir tíðarskeiðnum frá 1. januar, so koyra 1.464 nýggir bilar runt á vegunum, og tað eru 90 fleiri enn sama tíðarskeið í 2018.

Sonevndu vøruvognarnir, sum fyritøkur oftast brúka, eru eisini vorðnir fleiri í tali. Vøruvognarnir eru 252 fleiri í tali hetta sama tíðarskeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730