Fiskidagar komnir

Fiskidagar komnir
Lógarbroytingin, sum gevur útróðrarbátunum fleiri fiskidagar, er lýst, og hon kom í gildi á midnátt
Útróðrarbátarnir í bólki 5B kunnu nú aftur loysa. Lógarbroytingin er lýst og komin í gildi
 
06.08.2019 - 08:56

Útróðrarbátarnir í bólki 5B kunnu nú aftur loysa. Lógarbroytingin, sum gevur útróðrarbátunum fleiri fiskidagar, er lýst, og hon kom í gildi á midnátt. Bátarnir hava 1965 dagar eftir í ár.

Talan er um felagskvotu, hvør bátur sær hevur ikki ávíst dagatal. Løgtingið samtykti fríggjadagin at geva bátunum í bólki 5B 2.150 dagar afturat í ár.

Men av tí, at 185 dagar ov nógv vóru brúktir, tá fiskiskapurin varð steðgaður 10. juli, eru 1965 dagar eftir, nú fiskiskapurin kann byrja aftur. Fiskidagatalið hjá bólki 5B hækkaði úr 3.552 upp í 5.702.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952