Talan kann vera um kjarnorkurikna rakett

Talan kann vera um kjarnorkurikna rakett
Nógv loynibryggj hevur verið í Russlandi eftir eina spreinging í síðstu viku
Hernaðarbygningar í russiska býnum, Nyonoska, her hildið verður, at fleiri fólk lótu lív eftir eina spreinging í síðstu viku
Mynd: AFP  
 
14.08.2019 - 10:41

Fólk í russiska býnum Nyonoksa eru flutt burtur, tí geilsavirknið í økinum eftir øllum at døma er 16 ferðir hægri enn vanligt.

Hetta hendir eftir eina spreinging í einum rakettmortor í síðstu viku. Tað verður hildið, at tað var ein nýggj, kjarnorkurikin rakett, ið sprongdist 8. august.

Nógv loynibryggj hevur verið í Russlandi um spreingingina í síðstu viku, skrivar norska kringvarpið, NRK, á heimasíðuni.

Fólk leggja jod-tablettir undir seg

Fyrst segði russiska verjumálaráðið, at tveir persónar høvdu latið lív í spreingingini í hernaðarliga royndarøkinum fyri rakettir við Kvitsjógvin. Tá varð sagt, at einki geislavirkið var sloppið út í lofthavið.

Men síðani søgdu lokalir myndugleikar, at geislavirkið í økinum fór at vera økt í eitt stutt tíðarskeið, og tað hevði við sær, at fólk byrjaðu at leggja jod-tablettir undir seg.

Russiska atomráðið, Rosatom, hevur nú alment boðað frá, at fimm av teirra serfrøðingum lótu lív í spreingingini, meðan onnur vórðu løstað.

Eingin almenn kunning

Atomráðið segði eisini, at talan var um eina spreinging í sambandi við, at eitt nýtt vápn varð testað, og at hetta vápn varð rikið av einum lítlum kjarnorkureaktori.

Russiska veðurstovan segði í gjár, at geislavirknið í býnum Severodvinsk, sum liggur nærhendis royndarøkið, er 16 ferðir hægrið enn vanligt. Enn er einki komið fram alment um, hvat tað var fyri slag av rakett, ið varð testað.

Men nýggjastu upplýsingarnir hava fingið amerikanskar og russikar miðlar at halda, at talan hevur verið um nýggju kjarnorkuriknu rakettina Burevestnik ella Skyfall.

Fleiri miseydnaðar royndir gjørdar

Vladimir Putin presenteraði nýggju krússararakettina á einum stórum almennum fundi í mars í fjør.

– Hendan rakettin røkkur allastaðni, og hon kann snúgva sær uttan um rakettverjuna hjá fígginda okkara og raka mál uttan at verða uppdagað áðrenn, segði russiksi forsetin tá.

Men keldur vilja vera við, at tað hava verið fleiri miseydnaðar royndir við nýggju rakettini, og kritikkarar vilja vera við, at nýggja rakettin er sera dálkandi og óstøðug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595