Johnson hittir Merkel og Macron

Johnson hittir Merkel og Macron
Bretski forsætisráðharrin skal eftir øllum at døma hitta franska forsetan og týska samveldiskanslaran í næstu viku
Boris Johnson skal hitta franska forsetan og týska samveldiskanslaran í næstu viku, skrivar bretskt blað
 
17.08.2019 - 12:17

Hetta er fyrsta vitjanin hjá Boris Johnson, bretska forsætisráðharranum, uttanlands, síðani hann tók við, sum forsætisráðharri í juli.

Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian, á sosiala miðlinum, Twitter, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau í morgun.

Samráðingar takast uppaftur

Boris Johnson skal hitta franska forsetan, Emmanuel Macron, týsdagin og týska samveldiskanslaran, Angela Merkel, mikudagin. Hann skal eisini hitta Donald Tusk, forseta í Evroparáðnum.

Boris Johnson fer at royna at fáa europeisku leiðararnar at taka uppaftur samráðingarnar um Brexit, so Bretland ikki fer úr Evropeiska samveldinum uttan nakra avtalu.

Týska stjórnin kunngjørdi í gjár, at Angela Merkel, samveldiskanslari, skuldi hitta Boris Johnson skjótt, men eingin dagur var ásettur.

Luttekur eisini á G7-toppfundi

Stjórnarskrivstovan hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, hevur fyribils ongar viðmerkingar til tíðindini hjá blaðnum, The Guardian, um vitjanina.

Boris Johnson fer væntandi eisini at taka lut á G7-toppfundinum við heimsins leiðarum í Biarritz, í útsynningspartinum í Fraklandi, í næstu viku.

Leiðararnir í G7-londunum skiftast um at vera vertir fyri toppfundinum, at kjakast um evni, ið standa hægst á politisku dagsskránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201