Vildi gjalda nógv

Vildi gjalda nógv
Donald Trump var eftir øllum at døma til reiðar at gjalda nógv fyri at keypa Grønland
 
21.08.2019 - 15:37

Amerikanski forsetin var eftir øllum at døma til reiðar at rinda nógvan pening fyri at keypa Grønland umframt at gjalda heildarveitingina, sum Danmark letur Grønlandi um árið.

Taå skrivar Washington Post, sambært Ritzau. Blaðið endurgevur tvær ónevndar keldur, sum vita nógv um keypsætlanina hjá Donald Trump.

 >> SÍ EISINI Trump vitjar ikki í Danmark kortini

Washington Post skrivar, at USA var til reiðar at rinda Danmark 600 milliónir dollarar um árið, sum svarar til upphæddina, sum Danmark rindar Grønlandi í heildarveiting um árið.

Heildarveitingin úr Danmark til Grønlands næsta ár verður 3,9 milliardir krónur, stendur í uppskotinum til fíggjarlog, sum varð lagt fram herfyri. Heildarveitingin er 55 prosent av øllum inntøkunum hjá grønlendska landskassanum.

Haraftrat var Trump til reiðar at rinda Danmark eitt stórt gjald, sum skuldi rindast eina ferð, aftur fyri Grønland.

– Tankin er púra burturvið

Bæði grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, og danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hava gjørt greitt, at Danmark er ikki til sølu.

Mette Frederiksen hevur sagt, at tankin um at selja Grønland er púra burturvið.

– Grønland er ikki til sølu. Grønland er ikki danskt. Grønland er grønlendskt. Eg vóni ikki, at hetta var meint í álvara, segði Mette Frederiksen, tá hon var á almennari vitjan í Grønlandi sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595