Makrelurin horvin í grønlendskum sjógvi

Makrelurin horvin í grønlendskum sjógvi
Millum fimm og 13 prosent av makrelstovninum plagdu at koma í grønlendskan sjógv. Soleiðis er ikki í ár
Tað er at kalla eingin makrelur at síggja í grønlendskum sjógvi í ár
 
06.09.2019 - 08:53

Líkt er til, at makrelurin er horvin í grønlendskum sjógvi. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðuni.

Millum fimm og 13 prosent av makrelstovninum plagdu at koma í grønlendskan sjógv, men í ár er at kalla eingin makrelur at síggja.

Kann hava samband við hitan í sjónum

– Av tí at makrelurin er so nýggjur í grønlendskum sjógvi, er ilt at siga, hví hann er horvin í ár, sigur Teunis Jansen, granskari á grønlendska náttúrustovninum, við KNR.

Men tað kann hava samband við føðina og hitan í sjónum, sigur hann. Makrelurin gýtir vestan fyri bretsku oyggjarnar um várið, og fer síðani norðureftir, millum annað í grønlendskan sjógv, eftir æti.

Makrelfiskiskapurin hevur fingið stóran týdning í Grønlandi. Mesti fiskiskapurin var í 2014. Tá vórðu fiskað 78.000 tons av makreli av grønlendskum sjógvi, og 23 prosent av øllum útflutningsvirðinum hetta árið vóru makrelur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576