Misálit á Boris Johnson

Misálit á Boris Johnson
Nógv bendir á, at uppskot um misálit á Boris Johnson verður lagt fram í komandi viku
 
28.09.2019 - 16:49

Eitt misálit kann verða reist ímóti Boris Johnson í næstu viku. Tað sigur Stewart Hosie, bretskur parlamentslimur fyri Skotska tjóðskaparflokkin, við bretskar miðlar.

Enn er ikki greitt nær tað verður reist, men bæði mánadagur og týsdagur hava verið nevndir. Stewart Hosie sigur, at tað kann vísa seg at verða einasti máti, at sleppa undan ES úrliman, uttan at skilnaðarsemjan er fingin í lag.

Stewart Hosie, sigur, at alt fleiri politikkara bera ótta fyri, at Boris Johnson fer at finna ein máta, at sleppa uttanum lógina, sum krevur, at parlamentið skal samtykkja kósina hjá stjórnini í Brexit-málinum.

Corbyn sinnaður at stjórna eini minnilutastjórn

Leiðarin í Skotska Tjóðskaparflokkinum, Nicola Sturgeon, sigur um sama mál, at verður eitt misálit samtykt, so kann andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, stjórna eini fyribils stjórn.

Tað er tó ósannlíkt, at tað verður so, tí Liberalu Demokratarnir, sum eisini sita í andstøðu, taka ikki undir við tí. Sjálvur sigur Jeremy Corbyn seg verða sinnaðan at stjórna eini minnilutastjórn.

Leiðarin í Liberalu Demokratunum, Jo Swinson, sigur við BBC, at Jeremy Corbyn er ikki nóg savnandi og at neyðugt er at finna ein politikkara, sum flestu kunnu liva við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576