MAP-arkitektar byggja nýggja høvuðssætið hjá BankNordik

MAP-arkitektar byggja nýggja høvuðssætið hjá BankNordik
Tað vera MAP arkitektar, sum í samstarvi við Zeta architects skulu byggja nýggja høvuðssætið hjá BankNordik
MAP arkitektar vunnu kappingina um nýtt høvuðssæti hjá BankNordik.
 
11.07.2013 - 13:45

Fýra fyritøkur vóru við í kappingini um at tekna nýggja høvuðssætið, men endin var, at MAP arkitektar høvdu besta uppskotið.

Høvuðssæti skal byggjast á Húsagarði á horninum millum R.C. Effersøesgøtu og Tjaldursveg og skal standa liðugt á várið 2015.


Sunnast á høvdini á Húsagarði verður ein savnandi og eyðkendur bygningur settur, lágur í tveimum hæddum, men við útsýni í allar ættir. Skipanin av samlaðu ognini við atkomuvegi og grønum bilplássum geva eina heild við møguleika fyri øðrum virksemi á økinum norður ímóti Tjaldursvegnum.


Bygningurin er rundur og eyðkendur, og  skapið gevur nógv pláss innan í mun til útsíður og stutta frástøðu millum einstøku partarnar í bygninginum. Avgerandi partur av bygninginum er miðrúmið, sum er eitt torg

Til at meta fakliga um innkomnu uppskotini hava arkitektarnir Osbjørn Jacobsen og Gunnar Hoydal luttikið sum ráðgevarar í tilgongdini saman við leiðslu bankans. 


Miða verður eftir, at projekteringin av bygninginum er liðug seinna hálvár í ár, soleiðis at byggiverkætlanin kann bjóðast út innan ársskifti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595