- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvalvág í Vestmanna mist góðkenning
Hvalvág í Vestmanna mist góðkenning
Loyvt er ikki longur at brúka aðra hvalvágna í Vestmanna
Mynd: savnsmynd
15.07.2013 - 08:45
Og frá 1.mai í 2015 sleppur eingin at drepa grindahval uttan fyrst at hava verið á skeiði og lært tað.
Sýslumenn skulu skipa fyri skeiði um grindareiðskap, drápshátt, deyðseyðkenni hjá hvalinum og um galdandi lóggávu um grindadráp. Sýslumaðurin letur teimum, sum hava verið á skeiðinum, prógv. Grindamenn kunnu verða kravdir at vísa prógvið, áðrenn teir sleppa at drepa hval.
Tað er ein av nógvum broytingum í nýggju grindareglugerðini, sum nú er lýst og komin í gildi.
Mønustingarin er nú góðkendur sum grindareiðskapur. Og frá 1.mai 2015 er bara loyvt at gera mønustingin við mønustingara.
Hvalvág mist góðkenning
Onnur hvalvágin í Vestmanna er strikað. Sandavágur og Tjørnuvík, sum vóru fyribils góðkendar hvalvágir, eru vorðnar góðkendar hvalvágir í nýggju grindakunngerðini.
Men fyribils góðkenda hvalvágin í Vestmanna, sum er Inni á Fjørð, út fyri Heljareyga, verður ikki mett hóskandi sum hvalvág. Hon er tí ikki longur góðkend. Men vestmenningar varðveita hvalvágna á Fitjasandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV