- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rækjuflotin betur fyri
Støðan hjá føroysku rækjuskipunum er batnað so mikið nógv hesi seinastu árini, at tey nú liggja í frægara endanum av flotanum. Hetta vísir ein greining, sum grannskoðaravirkið NUMO hevur gjørt av rækjutrolaraflotanum við støði í roknskapunum fyri árið 2012. Føroysku rækjuskipini hava í nógv ár havt ein tungan rakstur, men seinastu árini hevur borið betur til.
Hægri prísur
Í 2010 hevði flotin eitt lítið yvirskot, men úrslitini fyri 2011 og 2012 vóru munandi betri, ávikavist 5,9 og 4,1 milliónir krónur í meðal Uppgerðin vísir eisini, at prísurin, sum rækkjuskipini fingu fyri fongin var munandi betri í 2012 enn árini frammanundan. Í 2012 fingu tey í meðal 20 krónur og 46 fyri kilo, meðan meðalprísurin tey fýra árini frammanundan lá millum 12 og 16 krónur.
Talið av rækjuskipum minkaði úr trimum niður í tvey í 2011 og tey vóru eisini tvey í tali í 2012. Í 1996 taldi rækjuflotin 6 skip. Í ár eru aftur trý skip í føroyska rækjuflotanum. Tey eru Arctic Viking, Havborg og Ólavur Nolsøe.