100.000 krónur til Filipsoyggjarnar

100.000 krónur til Filipsoyggjarnar
Nevndin í Reyða Krossi Føroya hevur avgjørt at senda 100.000 krónur sum bráðfeingishjálp til tey neyðstøddu í Filipsoyggjunum eftir ógvusligu ódnina
 
14.11.2013 - 19:29

Enn er stór óvissa um tølini frá Filipsoyggjunum, men fyribils talið av deyðum er í minsta lagi 10.000.

Sambært myndugleikunum á Filipsoyggjunum eru eini 4,5 milliónir fólk rakt av ódnini, ið er ein tann ógvusligasta nakrantíð.

Reyði Krossur gevur teim neyðstøddu lívbjargandi fyrstuhjálp og reint vatn, mat, teppir, presenningar og heilivág. Tó eru enn økir har trupult er at fáa bráðfeingishjálpina fram, tí vegakervið er oyðilagt av tí ógvusligu ódnini.

Reyði Krossur Føroya savnar inn pening til tey neyðstøddu í Filipsoyggjunum.

Til ber at stuðla umvegis heimasíðuna reydikrossur.fo ella á konto hjá Reyða Krossi Føroya í teim fýra peningastovnunum, umframt gjøgnum innsavningartelefonina hjá Reyða Krossi nummar 905656

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862