Ókeypis tónleikur: Apple bjóðar kanska Spotify av

Ókeypis tónleikur: Apple bjóðar kanska Spotify av
Apple, ið ger iPhone og iPad, umhugsar at gera eina sonevnda "On Demand"-tænastu, har brúkarar ókeypis kunnu stroyma tónleik eins og hjá Spotify
Apple tekur kanska kappingina upp við til dømis Spotify, har fólk ókeypis kunnu stroyma tónleik á snildfonum og teldlum, skriva netmiðlar
 
25.03.2014 - 21:01

Færri og færri fólk keypa tónleik í iTunes hjá Apple, har brúkarar kunnu keypa einstakar sangir ella heilar fløguútgávur. Tí fer Apple nú kanska at ganga nýggjar leiðir, skrivar MacRumours.

Sølutøl frá januar 2014 vátta, at færri og færri Apple-brúkarar eru sinnaðir at gjalda fyri tónleik hjá Apple, tá brúkararnir kunnu stroyma tónleikin ókeypis hjá øðrum veitarum á netinum.

Tað er serliga ókeypis tænastan Spotify, ið nú ger, at Apple umhugsar at bjóða brúkarum sínum eina sama slag tænastu, har brúkararnir kunnu stroyma tónleik á snildfonum og teldlum - ókeypis.

Ikki neyðugt at gjalda fyri tónleik

Hugskotið, handan nýggju tænastuna hjá Apple, er, at tað ikki skal verða neyðugt hjá Apple-brúkarum at gjalda fyri at kunna lurta eftir tónleiki, ið fyrst má keypast, eins og tað nú er hjá Apple.

Apple-fyritøkan er ikki kend fyri at bjóða nógvar ókeypis tænastur til iPhone og iPad, heldur ikki ókeypis tónleik. Verður hugskotið við ókeypis stroyming av tónleiki veruleiki, kemur tó ein ávís vend í.

Hugskotið hjá Apple er ikki liðugt ment og heldur ikki váttað. Fyritøkan er heldur ikki komin við viðmerkingum til tænastuna, síðan netmiðlar kveiktu lív í prátið um nýggju tænastuna í seinastu viku.

Lunnar lagdir undir hugskotið í 2011

Í 2011 kom Steve Jobs, sáli, við hugskotinum, at Apple skuldi bjóða brúkarum sínum eina tænastu, har brúkarar kunnu stroyma tónleik á snildfonum og teldlum ókeypis.

Hugskotið hjá Steve Jobs legði upp til, at brúkararnir eisini fara at kunna brúka stroyming tænastuna á øðrum snildfonum og teldlum enn Apple, sum til dømis á eindum, ið brúka Android-stýriskipanina.

Apple-fyritøkan er higartil ikki komin við tænastum, ið líkjast teimum hjá kappingarneytunum, eins og Apple heldur ikki beinleiðis fyrr hevur tikið kapping upp við tænastur sum til dømis Spotify.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096