Lógartulking lógfest

Lógartulking lógfest
Løgtingið tekur undir við at lógfesta mannagongdina hjá Barsilsskipanini, tá fólk skulu hava fyri minni enn ein mánað
Í løgtinginum er undirtøka fyri at broyta lógina um Barsilsskipanina eftir eina avgerð í Kærunevndini
 
30.04.2014 - 09:14

Umsitingin hjá Barsilsskipanin fær fulla undirtøku í politisku skipanini fyri tulkingini av lógini um barsilsskipan.

Ein samd Vinnunevnd tekur undir við landsstýrismanninum í vinnumálum, Johan Dahl. 

Johan Dahl vil hava lógina broytta, so lógin svarar til mannagongdina, sum tey, sum umsita Barsilsskipanina, brúka, tá tey rokna út, hvussu nógv fólk eiga at fáa, tá tey fara í barsilsfarloyvi í styttri tíð enn ein mánað.

Ein avgerð hjá Kærunevndini hjá Barsilsskipanini er orsøkin til uppskotið um lógarbroytingina.

Ein maður, sum fór í barsilsfarloyvi í ein hálvan mánað í fjør summar, kærdi, tí hann metti seg at hava fingið 4.404 kr. ov lítið frá Barsilsskipanini.

Kærunevndin gav manninum viðhald, og hann hevur fingið pengarnar frá Barsilsskipanini.

Talan er um at tulka tað, sum galdandi lóg sigur um útrokningargrundarlagið, tá fólk skulu hava barsilspengar fyri minni enn ein mánað.

Maðurin, sum kærdi, fekk 11.290 kr. frá Barsilsskipanini. Men hann metti seg at eiga 15.694 kr. Og tað átti hann eisini, segði Kærunevndin. Avgerðin hjá Kærunevndini er endalig í fyrisitingini.

Lógin skal nú, sambært Vinnumálaráðnum, broytast fyri at spara Barsilsskipanina pengar og forða fyri spekulasjón í skipanini

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329