Livar tvey høv at velja ímillum

Livar tvey høv at velja ímillum
Livar Nysted hevur tvey høv at velja ímillum næsta ár. Hann hevur fingið tilboð um at rógva um Kyrrahavið og um Suður-atlantshavið
 
12.05.2014 - 09:14

Kyrrahavið ella Suður-atlantshavið. Tað eru høvini, sum Livar Nysted í hesum døgum gongur og hugsar um. Tí honum stendur í boði at rógva tvørtur um bæði høvini næsta ár. 

Tilboðið um Kyrrahavið er freistandi, tí hann hevur ikki roynt tað áður. Men hitt tilboðið er eisini freistandi. Tí tað gongur út uppá, at hann saman við øðrum skal royna at seta heimsmet á Suður-atlantshavinum. 

Les eisini: Útlúgvaður Livar sett heimsmet

Teinurin tvørtur um Kyrrahavið er meira enn 15.000 kilometrar ella góðar 9.000 fjórðingar.

Ein spurningur um pengar

Fyri Livar sjálvan er Suður-atlantshavið ein meiri realistisk verkætlan enn Kyrrahavið - ein túrur, sum byrjar í Peru og endar í Avstralia.

- Eg veit ikki, um eg havi ráð til tað. Eitt er venjing, útgerð og allar fyrireikingarnar. Men eg skal eisini vera vekk í fleiri mánaðir, sigur Livar Nysted, sum ikki væntar, at hann fer at taka av tilboðum um Kyrrahavið. 

Suður-atlantshavið

Hin verkætlanin gongur út uppá, at Livar og aðrir taka heimsmetið um Suður-atlantshavið. Róð verður úr Kanariuoyggjunum til Barbados, og er hetta sami teinur, sum Livar og aðrir róðu við bátinum, Avalon, í 2013.

Hoyr eisini: Livar komin á mál

Tann túrurin er ikki eins langur og túrurin um Kyrrahavið, og tí er hann meiri realistiskur í hugaheiminum hjá Livari. 

- Hann havi eg betur ráð til, so hann er meiri sannlíkur, sigur Livar Nysted, sum tó ikki hevur tikið nakra endaliga avgerð enn.

Aftur Leavin Brown

Túrurin um Suður-atlantshavið byrjar í mars 2015, og um Livar Nysted tekur av, skal hann aftur rógva saman við Leavin Brown.

Leavin Brown eigur bátin, Avalon, sum teir róðu við tvørtur um Suður-atlantshavið seinast. Og Leaving Brown hevur eisini átt heimsmetið á Suður-atlantshavinum.

- Leavin setti metið í 2008, men hann misti tað í 2011, so nú vil hava tað aftur, sigur Livar Nysted, sum eigur trý heimsmet.

Les eisini: Livar í Guinnes Rekordbókini

Sjónvarpsrásin Discovery fer at fylgja manningini í sínari roynd at seta nýtt heimsmet á ferðini tvørtur um Suður-atlantshavið. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095