Málið í Marknagili: Dømdur seks ára fongsul

Málið í Marknagili: Dømdur seks ára fongsul
69 ára gamli maðurin er dømdur seks ára fongsulsrevsing
 
26.05.2014 - 22:10

69 ára gamli Páll Hansen, sum framdi so grovan harðskap móti einum 61 ára gomlum manni, at hann doyði av harðskapinum, fekk seks ára fongsulsrevsing.

Tað var revsingin, sum ákæruvaldið kravdi. 

Páll Hansen er harafturat dømdur fyri at fara frá manninum, sum hann stakk, uttan at hjálpa honum ella senda boð eftir hjálp. Og hann er dømdur fyri ólógliga at fara inn í íbúðina hjá tí 61 ára gamla manninum. 

Hann fór inn gjøgnum altandyrnar, hurðin var ikki læst. Báðir menninir búðu í sama húsi í Marknalíð í Havn. Tann 61 ára gamli maðurin leigaði frá Pálli Hansen, men skyldaði honum húsaleiga fyri nakrar mánaðir.

Húsaleigan var orsøkin til, at Páll Hansen ætlaði at tosa við leigaran hetta kvøldið í november í fjør.     

Dømdi maðurin skal eisini rinda sakarkostnaðin og soninum hjá manninum, sum doyði, 27.000 krónur í endurgjaldi.

Eftir at hava viðgjørt málið í góðar sjey tímar í gjár frídømdu nevningarnir Páll Hansen fyri dráp.

Hann var í fyrsta lagi ákærdur fyri dráp og í øðrum lagi fyri serliga grovan harðskap, sum gjørdi, at tann 61 ára gamli maðurin doyði av knívsstungu, sum kvetti ein lívæðr í bringuni.

Nevningarnir søgdu, at talan var ikki um neyðverju hjá ákærda manninum.

Nevningatingið tók fyrilit fyri, at 69 ára gamli Páll Hansen var undir trýsti og ikki so væl fyri sálarliga, tá hann framdi tað, sum hann nú er dømdur fyri.  

Páll Hansen noktaði seg sekan í ákærunum.  

Jógvan Páll Lassen, verji hjá Pálli Hansen, sigur, at teir fara ikki at skjóta revsingina inn fyri Landsrættin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329