25 mió. kr. fyri fótbóltsvøll og grundstykki

25 mió. kr. fyri fótbóltsvøll og grundstykki
Tórshavnar kommuna fekk tvey tilboð upp á útstykkingina oman Gil og arbeiðið at gera fótbóltsvøll í Hoyvík
 
11.06.2014 - 09:15

Tað fer at kosta 25 milliónir krónur at gera fótbóltsvøll í Hoyvík og 24 grundstykki oman Gil byggibúgvin.

Tórshavnar kommuna fekk tvey tilboð upp á útstykkingina oman Gil og arbeiðið at gera fótbóltsvøll í Hoyvík.

Góð millión lægri

Tilboðið hjá J&K Petersen er eina góða millión lægri enn metingin hjá ráðgevunum hjá býráðnum segði. Metingin er 26 milliónir krónur og tilboðið hjá J&K Petersen er 24,8 mió. kr.  

Tilboðið hjá Articon er 27,9 mió. kr. 

Umsitingin hjá býráðnum viðger nú tilboðini saman við ráðgevunum, Landsbyggifelagnum og HMP Consult. Síðani verður málið fyrireikað til politiska viðgerð í býráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659