Grønlendingar kanna avgjaldið á fiskivinnuna

Grønlendingar kanna avgjaldið á fiskivinnuna
Íslendska avgjaldsskipanin verður nýtt sum grundarlag undir nýggju grønlendsku skipanini
Finn Karlsen er landsstýrismaður í fiskivinnumálum í Grønlandi
Mynd: Sermitsiaq.gl  
 
24.06.2014 - 09:12

Grønlendska fiskimálaráðið hevur sett eina nevnd, sum skal fáa greiði á, hvussu avgjaldið á fiskivinnuna skal skipast í framtíðini.

Í Íslandi er avgerð tikin um, at skip, sum fiska fisk, ið hevur størst virði, skulu rinda mest.

Tað fer at geva íslendska ríkiskassanum færri inntøkur, men fer at gagna íslendsku vinnuni, sigur ein talsmaður fyri íslendska ídnaðarmálaráðið við grønlendska kringvarpið.

Íslendingar lækkaðu gjaldið

Tá nýggja stjórnin tók við í Íslandi í 2012, var eitt tað fyrsta, hon gjørdi, at lækka avgjaldið á fiskivinnuna. Stjórnin heldur, at fiskivinnan skal ikkki rinda hægri avgjald, enn hon klárar at rinda. Frammanundan hevði íslendska fiskivinnan hvat tvey vánalig ár, og tí kom avgjaldslækkingin væl við, sigur talsmaðurin.

Allur fiskur í Íslandi rindar avgjald, men avgjaldið á makrel er 30 oyru fyri kg. Avgjaldið á makrel í Grønlandi er 95 oyru fyri kg, skrivar KNR.

Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Finn Karlsen, sigur við KNR, at eitt av málunum, sum nevndin skal kanna, er júst íslendska avgjaldsskipanin.

Nevndin skal handa grønlendska fíggjarmálaráðnum sína frágreiðing um avgjald á fiskivinnuna næsta ár, skrivar KNR.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744