- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja forða ungum muslimum at fara í kríggj
Ungir fraklendingar, sum ætla sær til Sýria og Irak at kríggjast saman við eindum hjá hernaðarligum islamistum, skulu ikki sleppa av landinum.
Tað heldur franski innanríkisráðharrin Bernard Cazeneuve. Hann fer at leggja fram lógaruppskot, ið gevur heimild at geva fólki útferðarbann úr Fraklandi, um franska fregnartænastan hevur illgruna um, at tey ætla sær til Sýria og Irak at kríggjast saman við viðgongdu islamistunum.
Við lógini skulu myndugleikarnir hava heimild til at taka passini frá fólki upp til eitt hálvt ár í senn.
Kunnu ferðast frítt
Men tað stigið fer neyvan at verða nøkur forðing, halda eygleiðarar, tí landamørkini í Evropa er løgd niður. Tí er tað møguligt at ferðast frítt til Grikkalands og heilt upp at markinum til Turkalands, har islamistar úr Sýria og Irak hjálpa teimum um markið og ígjøgnum landið.
Hvønn dag fara tveir ella tríggir ungir muslimar úr Fraklandi og í flestu londum í vesturheiminum stúra myndugleikarnir fyri, at hesir ungu venda aftur ella verða send afur til heimlandið at fremja yvirgang.
Tí hava níggju ES lond tikið undir við einum felags stigi, ið hevur til endamáls at fylgja við, hvør tað er, ið fer til Sýria og Irak og samstundis tryggja, at tey ikki koma aftur at fremja yvirgang.
Í Týsklandi verður hildið, at 300 ungir muslimar longu eru farnir til Sýria og Irak.