Samanstoytur dýrur fyri reiðarí hjá Ågot

Samanstoytur dýrur fyri reiðarí hjá Ågot
Reiðaríið hjá Ågot, ið varð árent í februar, hevur mist umleið sjey milliónir krónur í inntøkum, sigur Eyðstein Poulsen, reiðari á Ågot
Tað kostar reiðarínum sjey milliónir, at Ågot varð árent í februar mánað í ár. Menninir, ið sigla við, hava mist umleið 350.000 krónur hvør
Mynd: KvF

31.07.2014 - 08:55

- Vit hava roknað okkum til at hava mist umleið 7 milliónir í inntøkum. Tað sigur reiðarin á Ågot, Eyðstein Poulsen, í samrøðu við Norðlýsið á netinum.

Tað er ikki bert reiðaríið hjá Ågot, ið hevur mist pening, hesar fimm mánaðirnar, línuskipið ikki hevur hevur verið til fiskiskap. Menninir, ið sigla við, hava eisini mist pening.

- Tað svarar kanska til eina inntøku uppá 350.000 krónur til ein vanligan mann hesar mánaðirnar, sigur reiðarin, Eyðstein Poulsen, við Norðlýsið.

Gongst sum ætlað, fer Ågot aftur til fiskiskap seinast í august mánað. Garnaskipið hevur ikki verið til fiskiskap síðan tað varð árent 25. februar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558