Kurdarnir undir trýsti

Kurdarnir undir trýsti
Álopini á kurdarnar í Irak eru nú so ógvuslig, at fólk í hópatali flýggja úr stórbýnum Arbil
 
09.08.2014 - 10:49

Kríggið í Irak bara vindur upp á seg, og nú eru tað serliga kurdarnir har norðuri í landinum, sum eru undir ógvusligum trýsti frá islamska statinum, ISIL, og í nátt hava amerikansk flogfør aftur framt bumbuálop móti islamsku uppreistrardeildunum.

Bumbuálopini hava sera stóra týdning, tí islamski herurin er nógv betur útgjørdur enn kurdarnir, sum annars hava megnað at hildið ISIL burturi frá fleiri stórbýum. Nú er tað býurin Arbil, sum er hóttur, og fólk flýggja í løtuni yvir háls og herðar úr býnum, og taka bara tað mest neyðturviliga við sær. Tey mangla alt, og Tue Jacobsen frá felagsskapinum Red Barnet segði í gjár við TV2, at ISIL-deildirnar eru serfrøðingar í at spjaða ótta millum annað við at leggja boð út á Facebook og Twitter.

Longu í farnu viku flýggjaðu fólk í Arbil undan einum álopi, sum ongantíð kom. Samstarvið millum kurdarnar og stjórnina í Bagdad hevur ikki verið gott, men felagsfíggindin ISIL hevur nú fingið partarnar at samstarva, og ongantíð áður hevur stjórnin sent so nógv vápn til kurdarnar sum nú. Hetta, saman við amerikansku loftálopunum, er ætlað at styrkja kurdarnar somikið, at ISIL ikki megnar at vinna á teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. desember
Nýtt ljóð
201382
Hósdag 11. desember
Dansival - Jóan Jakku Heinesen
201380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310