BankNordik: 220 til 240 milliónir í yvirskoti í ár

BankNordik: 220 til 240 milliónir í yvirskoti í ár
BankNordik roknar við 220 til 240 milliónum krónum í yvirskoti í ár, fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt
Yvirskotið hjá BankNordik verður 220-240 milliónir, fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt, í 2014, sigur bankin í roknskapinum fyri fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2014
 
06.11.2014 - 08:07

Tað sigur bankin, sum í morgun leggur fram roknskapin fyri fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2014.

BankNordik hevur alt árið í ár roknað við yvirskoti á millum 200 og 240 milliónir krónur, og tann metingin vísir seg at halda, sigur bankin í tíðindaskrivi.

Stórur vøkstur í danska partinum

Raksturin av BankNordik hevur higartil í ár givið 128 milliónir krónur í yvirskoti. Tað er serliga í danska partinum av bankanum er vøkstur at hóma.

Útlánini vuksu fimm prosent í triðja ársfjórðingi. Hinvegin lækka samlaðu inntøkurnar hjá BankNordik, og tað kemst sambært bankanum av, at útlánsrentan til føroysku kundarnar er lækkað.

Higartil í ár hevur BankNordik framt niðurskrivingar fyri 55 milliónir krónur netto. Tað er munandi lægri enn í fjør, tá bankin framdi niðurskrivingar fyri tilsamans 147 milliónir krónur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770