Fyrstu myndirnar komnar frá halastjørnuni 67P

Fyrstu myndirnar komnar frá halastjørnuni 67P
Í gjár lendi lítla rúmdarfarið Philae á hálastjørnuni 67P og í morgun kunngjørdi ESA fyrstu myndina frá hálastjørnuni
 
13.11.2014 - 11:50

Lítla rúmdarfarið Philae loysti í gjár frá móðurskipinum Rosetta, og byrjaði ferðina niður á halastjørnuni 67P/Churyumov-Gerasimenko.

Upplýsingar, sum komu frá Philae í nátt, vísa at rúmdarfarið lendi ikki heilt sum ætlað. Tað gjørdi eini tvey lop, áðrenn tað setti seg. Rúmdarfarið skuldi eisini skjóta tvær harpunir niður á halastjørnuni, men tær virkaðu ikki.

Men Philae stendur á halastjørnuni. Enn er ikki greitt, um rúmdarfarið stendur í vatur ella hellir eitt sindur. Hellir tað, kann tað ávirka sólpanelini soleiðis, at rúmdarfarið ikki fær nóg nógva sólarorku at virka.

Í nátt hevur lítla rúmdarfarið sent sjey myndir frá halastjørnuni niður á jørðina og tvær myndir eru kunngjørdar.

Sí myndina her

Fleiri myndir frá Rosetta síggjast her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262