Vágatunnilin stongdur

Vágatunnilin stongdur
Vágatunnilin verður nú stongdur í kjalarvørrinum á ringa veðrinum, ið herjar kring landið
Løgreglan kennir seg nú noydda at steingja Vágatunnilin, tí fólk ikki lurta eftir áheitanini, løgreglan sendi út í morgun
 
15.01.2015 - 14:30

- Eg veit ikki, um fólk skilja alvorin við veðrinum, so eg vil enn einaferð heita á fólk um ikki at koyra, sigur Jan Poulsen vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Løgreglan kennir seg tískil nú noydda at steingja Vágatunnilin, tí hóast fleiri áheitanir frá løgregluni lurta fólk ikki eftir áheitanini, ið varð send út í morgun.

Løgreglan sendi í morgun út fráboðan, har heitt varð á fólk um at vísa varsemi, nú veðrið er ringt. Enn er ikki greitt, nær Vágatunnilin aftur verður opin aftur fyri ferðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329