Dýrari og ógjørligt at stýra, sleppa fólk at velja

Dýrari og ógjørligt at stýra, sleppa fólk at velja
Sjúk fólk sleppa ikki sjálvi at velja serlækna uttanlands eru tey misnøgd við viðgerðina her
Nógvur føroyingar fara á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, men tað er eftir ávísing frá læknum í Føroyum.
 
21.01.2015 - 08:10

Tað fer at kosta nógv meira enn nú, og tað verður ógjørligt at stýra útreiðslunum, um sjúk fólk sjálvi kunnu velja ella krevja at fáa serviðgerð uttanlands, eru tey ikki nøgd við viðgerðina, tey fáa í Føroyum.

So hetta er ikki ein møguleiki, Heilsumálaráðið arbeiðir við. Tað verður ógjørligt at stýra útreiðslunum til serviðgerðir uttanlands, og tað krevur eina nógv størri játtan, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum á tingfundinum í gjár svaraði fyrispurningi frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um serlæknar.

Heilsunýskipan fyrst

Landsstýrismaðurin sigur, at í fjør raðfesti Heilsumálaráðið heilsunýskipanina, sum hevur til endamáls at fyribyrgja, og lógir vórðu dagførdar.

Men í vár verður av álvara farið undir at gera eina serlæknaætlan, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur eisini í svarinum, at ikki ber til at fáa hagtøl um allar sergreinar í Føroyum. Trupulleikar eru við talgildu heilsuskipanini, THS, sum ikki fær útvegað nóg góð tøl.

Heilsumálaráðið bað um pengar til at bøta um hetta í ár, men fekk eina millión minni frá løgtinginum enn biðið varð um.

Tað verður tí eisini ein avbjóðing at fáa neyv hagtøl í ár, sigur Karsten Hansen.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846